Metingin
Línuskip. Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.
Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar svartkalva. Báðir landa í vikuni. Trolarirnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Jákup Sverri ger yvirlitistrolingar og fær mest av hvítfiski.
Partrolarar: Fýra pør eru úti. Fiskaríið er gott. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tríggir eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Ein liggur tí hann er liðugur við sínar fiskidagar.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er gott. Vantandi landa øll í vikuni.