Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland.

Fiskamarknaðuri Føroya við meting fyri viku 33

Línuskip: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Útróður: Streymurin er góður og veðri verður eisini gott fyri tað mesta, so vit vantað nakað av útróðrafiski. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og fær mest av hýsu og toski. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.