Meting fyri viku 32

Fýra frystilínuskip eru til fiskarí og ein djúpvatnstrolarar er á Íslandsrygginum

 

Línuskip: Fýra frystilínuskip eru til fiskarí, øll við Føroyar, men onkur hevur tó eisini verði á Flemish Kap.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar seinni í vikuni. Veðri verður gott fyri tað mesta. Vit vantað tó lítið av útróði, tí at tær flestu landingarmiðstøðirnar hava stongt og eisini fleiri keyparir eru farnir í feriu.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Landar møguliga síðst í vikuni. Ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Hann landa eisini í vikuni.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Tey landað vantandi í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiskar mest flatfisk og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Báðir landa í vikuni.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Báðir landa helst í vikuni.