Meting fyri komandi viku
Línuskip: Eitt stórt línuskip og tvey smærri, eru til fiskarí. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll landa í vikuni. Eitt frystilínuskip fiskar við Eysturgrønland, tvey fiska við Føroyar og eitt fiskar og tvey eru ávegis á Flemish Kap. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, tey á Flemish Kap fiska tosk, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.
Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður eisini hapuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.
Djúpvatnstrolarar: Tveir frystitrolarir fiska svartkalva og so er ein á beding. Vantandi fer ein djúpvatnstrolari í vikuni, á svartkalvaveiðu í bretskum sjógvi
Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er hampuligt.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er norðanfyri og fiskar mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini smáligtligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.