Meting frá Fiskamarknaðinum
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og byrjar ídag 9/6. Helst fer onkur avstað í næstum. Eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, fimm fiska við Føroyar, eitt er á beding og eitt liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa. Vantandi fara fleiri út á Føroya Banka um vikuskifti.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Hinir liggja við bryggju
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á landleiðin og kemur at landa síðst í vikuni. Vantandi fara nakrar avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Myndina eigur Eyðun Høgnesen