Merktu springararnir fylgjast ikki
Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar.
Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, var ein minni bólkur á 25 sprinagarar rikin inn á sandin, har fólk frá Havstovuni merktu seks springarar við fylgisveinasendarum. Tað tók áleið 45 minuttir at merkja.
Eftir at springararnir fóru av pollinum aftur, helt ein bólkur við fýra merktum springarum í, kósina suður ígjøgnum Leivíksfjørð, og helt beina kós suður í Hetlandsrennuna. Her vendi bókurin norðeftir, og hevur síðan ferðast í ein landnyrðing, fram við hellingini.
Hin bólkurin, við einum merktum sprinagara í, fór norður gjøgnum Djúpini og norður í hellingina. Síðan hevur hesin bólkurin ferðast í ein útnyrðing eftir Rygginum, móti Íslandi.