Merkið verður handað Ovasavninum til varveitslu
Í dag kemur Westward Ho til Nólsoyar við Merkinum, sum føroysku træskipini bóru fram í Normansdalinum við Fredensborg á sjálvum 100 ára degnum 1. juni 2019.
Merkið verður handað Ovasavninum til varveitslu. Gingið verður frá Westward Ho við Kára millum Garðarnar, merkismanni, á odda, til Ovasavnið, har umboð fyri ovasavnið taka ímóti.