Menna umstøðurnar hjá lokalum og vitjandi

Havnarviðurskiftini á Tvøroyri eru góð – menna kortini viðurskiftini hjá smærri bátum

Havnarviðurskiftini í Tvøroyrar kommunu eru rættiliga góð, og bryggjukanturin gevur væl pláss til nógva virksemið, bæði á Tvøroyri og á Drelnesi. 

Men hinvegin, so verður arbeitt við at bøta um viðurskiftini til smærri bátar, bæði vitjandi stuttleikabátar og til útróðrarbátarnar, sum halda til á fjørðinum. 

Nýggjasta byggingin fer í løtuni fram á Hvítanesi, har reisigildi hevur verið á nýggju kappróðrarstøðini, sum í løtuni verður bygd, og sum eftir øllum at døma fer at flyta kappróðurin í kommununi fram á leið. 

- Har var eisini gjørdur ein dráttur til bátarnar, sum tóku lut í kappróðrinum á jóansøku, og hesin dátturin verður permanentur, sigur forkvinnan í havnarnevndini.

- Vit arbeiða eisini í løtuini við at gera eitt umhvørvi til stuttleikabátatar í innara enda á havnalagnum á Tvørábakka. Har verður gjørt eitt hugnaligt umhvørvi, umframt at vit eisini byggja .................... LES ALT HER Dimma.fo | Menna umstøðurnar hjá lokalum og vitjandi