Men eg var eitt sindur troyttur av tí, sigur Sofus Lognberg
“Ude er godt, men hjemme er bedst,” sigur danska orðtakið. Tað kann skiparin á Akranesi skriva undir uppá. Eftir mong ár á útlendskum kjøli, siglir hann nú á føroyskum kjøli, og tað hevur verið ein góð uppliving.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin ( myndina eigur TJ-myndir)
- Tað var gott at sigla úti, síggja nakað av stóru verð og uppliva at sigla saman við monnum frá ymiskum londum. Men eg var eitt sindur troyttur av tí, og síðani 2020 havi eg verið skipari á Akranesi hjá Smyril Line, og tað hevur verið ein sera góð tíð.
Tað sigur skiparin á Akranesi, Sofus Lognberg.
- Tað er hugaligari at sigla saman við føroyingum; tosa føroyskt, hava føroyskt reiðarí og koma í føroyska havn. Nú kann familjan vitja umborð, tá vit eru á Havnini, og tað styttir um tær fýra vikurnar, vit eru umborð. Harafturat skifta vit fólk á Havnini, sigur hann.
- Eitt annað, sum eisini er hugaligari við at sigla her, er tann sosiala samveran, og so jólapakkarnir og jólahaldið umborð. Síðstu jól var eg umborð, og tá fekk eg, millum annað, einar góðar føroyskar ullintar hosur í pakkanum frá sjómanskvinnuringunum. Hosurnar nýti eg enn, sigur Sofus fegin.
Sofus rósti arbeiðinum hjá sjómansmissiónini og takkar fyri pakkarnar, sum sjómanstrúboðarin var umborð við hóskvøldi. Trúboðarin hevði eisini eitt Guds orð og bøn.
Teimum umborð á Akranesi og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.