Meir enn 10.000 tons av svartkjafti til Havsbrún hesa vikuna

Havsbrún í Fuglafirði fær framvegis nógvan svartkjaft frá føroysku skipunim. 

Hesa vikuna (vika 5) hava hesi skip landa til Havsbrún.

Norðingur 1550 tons av svartkjafti.

Borgarin 1900 tons av svartkjafti.

Christian í Grótinum 3400 tons av svartkjafti.

Vestmenningur 1700 tons av svartkjafti.

Hoyvík 1550 tons av svartkjafti.

Í síðstu viku vóru 13.750 tons landaði til Havsbrún.