Meginparturin er góður og feitur toskur

Óivað besti ísfiskatúrur hjá føroyskum skipið ella skipum

Besti føroyski ísfiskatúrur

-Í pengum er hetta óivað besti føroyski ísfiskatúrur. Fáa vit tann prís, sum síðstu dagarnar hevur verið fyri tosk, og roynist vektin, sum vit vóna hon ger, rokna vit við at selja fyri útvið 6 milliónir krónur-

Í morgun komu samtrolararnir Heykur og Falkur á Runavík. Teir hava roynt eftir toski á Íslandsrygginum, og hava góð 300 túsund pund, ella góð 150 tons.

Tað ljóðar kanska ikki av rokið í nøgd, men tá prísurin liggur um 40 krónur kilo, gerst tað ein rimmar túrur í pengum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun. Har var tíð tikin til prát, drekkamunn, Guds orð, tøkk og bøn. Hann fekk eisini eitt prát og skipararnar, Ásbjørn Kjærbo og Kjartan Larsen. Teir søgdu soleiðis frá túrinum:

-Vit hava gjørt ein sera góðan túr. Veðrið var vánaligt teir fyrstu dagarnar og vit lógu bakk í eitt hálvt samdøgur. Síðstu dagarnar hevur veðrið verið frálíkt, so tað hevur verið ein hugaligur túrur, sigur Ásbjørn, skipari á Falki.

-Meginparturin er góður og feitur toskur. So hava vit eitt sløg av svartkalva og blálongu. Fyrstu dagarnar var tað meiri sokallaður “íslandstoskur” meðan seinna helvtin av túrinum var tað meiri føroyskur toskur vit fingu.

Íslandstoskurin er dimmari, longri og vanliga ikki líka feitur sum tann føroyski. Tann føroyski toskurin er ljósari, rundari og hevur tann kenda grøna- og gulliga litin, sigur Ásbjørn.

- Eru 12 dagar ikki ein langur túrur?

-Tað ljóðar kanska av nógvum, men toskurin heldur sær væl og so er hann bara tvey hitastig tá hann kemur umborð. Hitamátarin niðri á botni vísti fleiri ferðir 0,5 hitastig, og tí var fiskurin kaldur at hagreiða. Harafturat verður hann kruvdur beinan vegin og kemur niður í ís stutt avtaná. Tí er góðskan góð, sigur Kjartan, skipari á Heyki.

-Er tað munur á at royna eftir toski heldur enn eftir upsa?

-Tað er meiri spennandi at royna eftir upsa enn eftir toski, tá tað kemur til sjálvan fiskiskapin. Upsin stendur í torvum, og nógv kann koma í eftir stuttari løtu. Tá venda vit skipunum og royna at sleipa aftur gjøgnum torvuna.

Tá vit nú hava fiskað tosk, royna vit meiri “fram eftir nøsini” .Tað vil siga, at vit sleipa trolið meiri beint fram og tað hendir ikki tað stóra. Toskurin stendur ikki í torvum, men kemur í so við og við. Virðið á toskinum er fleiri ferðir tað vit fáa fyri upsan, og tí loysir hetta seg væl, sigur Kjartan.

-Í pengum er hetta óivað besti ísfiskatúrur hjá føroyskum skipið ella skipum. Fáa vit tann prís, sum síðstu dagarnar hevur verið fyri tosk, og roynist vektin, sum vit vóna hon ger, so rokna vit við at selja fyri útvið 6 milliónir krónur, siga Ásbjørn og Kjartan.

Sjey mans eru við hvørjum skipið og tey fara ætlandi avstað aftur í kvøld.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Á Íslandsrygginum royndu eisini lemmatrolarnir Rankin, Steintór, Norðfinnur og Rankin. Teir høvdu eisini brúkiligan fiskiskap.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. TJ myndir eigur myndirnar