Matmarknaðinum framanfyri Fiskimannafelagið
Sambært veðurforsagnunum slítur í um middagsleitið, so vit vænta, at marknaðardagurin verður góður
Nú handlarnir eru hálvtómir, eru fleiri, ið hava spurt okkum um epli ella ymiskt grønmeti, men til tykkara kunningar er grønmetistíðin seinni á árinum
Vøruúrvalið á matmarknaðinum í juni er tó fjølbroytt og leskiligt. Tit finna m.a.:
Bollar - Bróstsukur - Feskt lambskjøt (fryst) - Feskan bógv - Feskan háls - Feskan mjórygg - Feskt tjógv - Feskt toskaflak - Garnatálg - Hvannsalt - Hvítanýru - Livur - Lundir - Lættsaltaður torskauggi - Marglætisriv - Nýru - Rabarbusaft - Rabarbusalt - Rabarbusiroppur - Rabarbusúltutoy - Roykt kjøtpylsa - Saltkjøt - Skrællaður hani - Sperðil - Sveiti - Neytasteik- Turkaður tari - Trøllaostur - turr kjøtpylsa - turt kjøt - Vomb
Verðið vælkomin á matmarknaðin og minnist til keypsnetið
Tað skrivar facebook-vangin MatkovinStaðbundin matmarknður