Mathilda mundi farist í ísinum í Eysturgrønlandi
Her eru nakrir at bátunum, sum vórðu við í konvoini í Eysturgrønlandi, á veg inn gjøgnum ísin. Teir fremstu bátarnir eru Grunningur, Nevið Reyða og Dragasund. Grunningur og Dragasund vóru teir størstu av bátunum, og menn síggjast standa oman á skúrunum og uppi í mastrunum og hyggja eftir ísi.
Ein dagin, sýnið var vánaligt, mundi útróðrarbáturin Mathilda farið fyri einki. Bátarnir høvdu funnið sær eitt pláss, sum teir hildu vera nøkulunda ísfrítt, men áðrenn nakar vardi, hevði ísurin tikið samanum teir, so teir vóru innibyrgdir. Tað eydnaðist flestu av bátunum at koma leysir, meðan ísurin skrúvaði saman um Mathildu. Hinir bátarnir fóru til hjálpar.
Dragasund og Grunningur vóru staddir tætt hjá Mathildu, og tað eydnaðist at fáa ein enda umborð á hana, tá menn gingu eftir ísinum millum bátarnar. Grunningur og Dragasund, sum høvdu frægast maskinu, settu á, og tíbetur eydnaðist teimum at fáa leirvíksbátin leysan helst í síðstu løtu. Ein av myndunum úr savninum hjá Jóannes Niclasen.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna