Maskinmeistarafelagið nýggjan skrivstovuleiðara

Finnur Joensen byrjaði sum skrivstovuleiðari í Maskinmeistarafelagnum í apríl í ár.

Maskinmeistarafelagið stendur fyri spennandi og avbjóðandi tíðum fyri framman, bæði á landi og sjógvi. Serliga er tað grøna orkuskiftið, sum samfelagið stendur mitt í og her hava maskinmeistarar stóra samfelagsliga ábyrgd. Tað sama er galdandi fyri maskinmeistarar á sjógvi, har sama grøna orkusskiftið setur sera stór krøv til serkøna fakligheit í masknuni.

Tað skrivar bluefaroeislands.com

Arbeiði hjá Finni inniber millum annað dagligan rakstur av skrivstovuni, fyrireiking av nevndararbeiði, sáttmálasamráðingar v.m. Somuleiðis er Finnur eitt týdningarmikil bindilið millum limirnar og sjálvt felagið við ráð- og vegleiðing í limamálum.

Finnur hevur drúgvar fyrisitingarligar royndir frá eitt nú Almannaráðum, ALS, Nærverkinum og seinast sum HR- og Fyrisitingarleiðari hjá privatari entreprenør fyritøku.

Umframt útbúgving sum cand.scient.adm. hevur Finnur prógv frá sosiala háskúlanum í Aarhus sum socialráðgevi.

Í løtuni starvast 3 fólk á skrivsstovuni á Grønlandsvegnum har Maskinmeistarafelagið heldur til.