Ongin avbjóðari - Mary Antonsdóttir er afturvald

Tá freistin var farin, var bert eitt uppskot og tað er verandi forkvinna

FORMANSVAL Í HEILSUHJÁLPARAFELAG FØROYA

Í samband við formansvalið í Heilsuhjálparafelag Føroya, skuldu valevnir verða felagnum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2023 kl 16.

Tá freistin var farin, var bert eitt uppskot og tað er verandi forkvinna og sostatt er Mary Antonsdóttir afturvald sum forkvinna, fyri tey næstu trý árini.

Heilsuhjálparafelag Føroya