MARNA FLUTT TIL SØRVÁGS

Báturin verður partur av takkonstruktiónini á nýggja sjósavninum

Í gjár og í nátt varð báturin Marna flutt frá keiini í Miðvági til Sørvágs.

Marna skal verða partur av takkonstruktiónini á nýggja sjósavninum í Sørvági. Marna er ein gamal træbátur, og er hann 17 metrar til longdar og vigar heili 35 tons.

Báturin, sum nú er komin til Sørvágs, skal fyrst liggja og turka í hálvt ár afturat, áðrenn hann verður hivaður upp á tekjuna. Síðani verður báturin bjálvaður og klæddur við dúki í ymsum litum.

Eftir ætlan verður bygningurin liðugur síðst í novembur í ár, og skal bygningurin brúkast sum sjósavn og mentanarhús