Marjun er sølufólk hjá Varðanum Pelagic

Les um hennara gerandisdag

Vit hava prátað við Marjun, ið heldur at arbeiði sum sølufólk er spennandi, avbjóðandi, krevjandi, fjølbroytt, og til tíðir øgiliga strævið.

Hvat er tín uppgáva á søludeildini hjá Varðanuim Pelagic?
Mín dagliga uppgáva er søla til Eystur Europa, har dagurin gongur við at samskifta við kundar.
Tað er ymiskt hvussu samskift verður, alt frá telefon, teldupost, skype, WhatsApp og Teams.
Mín uppgáva er eisini at gjøgnumganga sáttmálar við kundar, vitja kundar og messur, taka ímóti kundum, tá teir vitja okkara felag o.a.
Sum sølufólk á VP, kanst tú vænta at arbeiða flest allar tíðir á døgninum, í vikuskiftum og um høgtíðir, tá vit eru í háárstíð.
Eg havi havt 10 spennandi ár hjá Varðanum Pelagic, har ongin dagur og onki ár hava verið eins.

Hví valdi tú at søkja arbeiði hjá Varðanum Pelagic?
Eftir 25 góð ár sum privatkundarágevi í banka, føldi eg, at eg hevði brúk fyri einari broyting í mínum arbeiðslívi 
Tað passaði seg so væl hjá mær, at Varðin Pelagic søkti eftir sølufólki tá.
Eg helt lýsingina ljóðað spennandi - tó ókent fyri meg, at selja fiskavørur, og samskifta við kundar á fremmandamáli.
Í bankanum var eg von við sølu , men har var tað søla av heilt øðrum vørum.
Fyrstu 3 mánaðirnir á søludeildini kendist tað, sum um at høvdið var yvirfylt, tá eg kom heim frá arbeiði, tí fakmálið, við fiskassløgum, støddum, latínskum nøvnum v.m., var alt fremmant fyri mær.
Men við góðari hjálp frá fittum og hjálpsomum starvsfelagum á søludeildini, gekk skjótt at fáa alt hetta til at blíva ein vana.
Og tá eg so eftir 6 vikur hjá Varðanum Pelagic, var við á stóru fiskarí-messuni í Brussel, har eg hitti flest allar kundar eg samskifti við dagliga, og fekk sett andlit á, so bleiv upp aftur lættari at samskifta.

Hvørji áhugamál hevur tú uttanfyri títt arbeiði?
Eg havi øgiliga nógv áhugamál.
Tá eg ikki eri saman við mínum fittu ommubørnum og familju annars, so fyllir røkt av okkara hava nógv. Elski at havast 
Handarbeiði, náttúruna og at ferðast, brúki eg eisini nógva tíð uppá.
Annars royni eg at vera við til so nógv sum møguligt, ið fyriferst í mínum kæra heimstaði Tvøroyri.
Og ikki at gloyma hallarítróttina, ið liggur mínum hjarta nær.
Havi sjálv verið virkin í fleiri ítróttargreinum sum barn og ung, og síðani 1995 havi eg, hvønn vetur, verið venjari hjá børnum, fyrst í 10 ár í hondbólti, og síðani í 19 ár í flogbólti.
Veturin 24/25 havi eg tikið mítt fyrsta sabbatár frá høllini  Tað verður løgið

Tað skrivar facebook-vangin hjá P/F Varðin Pelagic