Mánaðarlønin er 89.762,67 og 75.953,03 kr.
Løn og eftirløn hjá landsstýrisfólkum er skipað eftir Løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 15. september 2015.
Myndina eigur kvf.fo
Lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólki er ávikavist 130 og 110 prosent av lønarflokki 40 hjá tænastumonnum, ið er kr. 69.048,21 um mánaðin. Mánaðarlønin er sostatt kr. 89.762,67 hjá løgmanni og kr. 75.953,03 hjá landsstýrisfólkunum.
Eftirlønin er upp í 15%, alt eftir, um landsstýrisfólkið/løgmaður frammanundan hava verið landsstýrisfólk ella løgtingsfólk. Eftirlønargjaldið verður tillagað lutfalsliga eftir innvunnu tænastumannaeftirlønini úr løgtingi ella landsstýri. Um full tænastumannaeftirløn longu er innvunnin, verður eingin eftirløn goldin eftir hesari skipan.
Um løgmaður ella landsstýrisfólk búgva uttan fyri høvuðsstaðarøkið, kunnu tey fáa kostnaðarendurgjald fyri ferðing, og í onkrum førum endurgjald fyri bústaðarútreiðslur.