Málið um tiltøk móti tveimum russiskum reiðaríum
Uttanlandsnevndin hevur biðið um longda freist
Nevndin hevur fund aftur týsdagin um uppskotið at svartlista russisk reiðarí, og ætlanin er at koma við áliti í oktober
Málið um tiltøk móti tveimum russiskum reiðaríum hevur ligið í uttanlandsnevndini í ein mánað, men enn er einki álit komið haðani.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, legði 14. august lógaruppskot fram um at seta russisku reiðaríini Murman SeaFood og Norebo JSC á svartalista.
Bjarni Hammer, formaður í nevndini, sigur, at hann hevur biðið um at fáa freistina longda.
Hann sigur, at hendingarnar við dronum í Danmark seinastu dagarnar ávirka ikki viðgerðina av lógaruppskotinum í nevndini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Uttanlandsnevndin hevur biðið um longda freist | Kringvarp Føroya
Greinina eigur Birita Matras Petersen og greinin liggur á kvf.fo
Á myndini er tað Melkart 3, sum liggur á Vestmanna í februar 2022.