Málið um russisk fiskiskip snýr seg um annað enn fisk

Vit mugu raðfesta trygdina hjá okkara kritiska infrakervi fram um løtuvinning

Málið um russisk fiskiskip snýr seg um annað enn fisk

Eitt, ið ikki hevur fingið nóg nógv uppmerksemi í viðgerðini av samstarvi okkara við Russland og fiskiveiðuavtaluni landanna millum, er atliti at okkara innanhýsis trygd og okkara kritiska infrakervi, sum tey mongu russisku skipini, sum sigla í Føroyskum sjógvi, kunnu vera møgulig hóttan í móti.

Fiskiveiðiavtalan millum Russland og Føroyar loyvir, at fleiri russisk skip leita í føroyskt sjóøkið at fiska. Hesi skip eru sivil fiskiskip, og hava sum útgangsstøði til endamáls at fiska, og bróðurparturin av veiðuni verður umskipað í Føroyum.

Hesi skip eru tískil regluliga í Føroyum – bæði í føroyskum sjóøki og við føroyskan kaikant.

Men hesi skip kunnu vera ein vandi móti okkara trygd.

Tann 31. juli í fjør undirritaði Vladimir Putin eina nýggja flotadoktrin fyri Russland. Hon ásetir millum annað, at ikki-hernaðarlig skip undir russiskum flaggi skulu hava eina tilbúgving, um russiska stjórnin skuldi sent boð eftir teimum til hernaðarlig endamál. Sambært doktrinini skulu skip undir russiskum flaggi tískil eisini kunna nýtast til hernaðarlig endamál.

Tað eru eisini sterkar ábendingar um, at russiska stjórnin nýtir hesi skip til at heinta upplýsingar og til at fremja sabotagu. Tey eru undir illgruna fyri at yvirvaka herflotavenjingar í norsku fjørðunum. Eisini eru tey undir illgruna fyri at heinta upplýsingar um sjóøki, bæði fyri kavbátanavigatión og fyri at kortleggja kritiskt undirstøðukervi, eitt nú samskiftiskaðalar, havvindmyllulundir, og orkurørleiðingar. Fleiri tilburðir hava verið av illgrunaverdum russiskum virksemi kring sjókaðalar seinastu árini, eitt nú vestanfyri Írland, vestanfyri Portugal, eystanfyri Bretland og í Eystarasalti.

Ein sjóðkaðal sunnanfyri Svalbard varð slitin í januar 2022. Illgruni var um at eitt russiskt fiskiskip – Melkart 5 – stóð handan tilburðin. Eitt skip, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir síðani.

Feskasta dømi er spreingingin av Nord Stream rørleiðingunum. Mett verður, at talan eru um eina tilvitaða atsókn, og tað kann ikki útilokast, at talan er um russiska sabotagu. Nú máttu NATO londini ásanna, at vit eru sera viðkvom á hesum økinum, og hava ikki neyðugar skipanir fyri at verja ella fyribyrgja hesum.

NATO hevur í fleiri umførum havt herflotavenjingar í Føroyum seinastu árini. Eins og í Noreg, hevur russiska stjórnin áhuga í at yvirvaka flotaeindirnar hjá okkara sameindu í tí dulda. Hetta kann gerast við at nýta russisk fiskiskip. Hetta mugu vit tryggja okkum ikki fer fram í føroyskum øki.

Føroyar hava eisini týdningarmikið kritiskt undirstøðukervi liggjandi á havbotninum – millum annað samskiftiskaðalarnar FARICE 1, SHEFA 2 og CANTAT 3. Eitt miðvíst álop á hesar kaðalar kann leggja Føroyar lamið, tí hesir kaðalar veita atgongd til lívsneyðugt samskifti við útheimin.

Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag. Vit eru tískil sera viðkvom. Og serliga viðkvamt er tað undirstøðukervið, ið heldur føroyska samfelagnum uppi. Og skulu vit taka ábyrgd av okkara innanlandstrygd, er neyðugt at føra ein politikk, ið fremur føroysk áhugamál innan júst hetta.

Føroyar kann ikki vera viðvirkandi til russiskt fregnarvirksemi í norðuratlantshavi. Vit mugu raðfesta trygdina hjá okkara kritiska infrakervi fram um løtuvinning. Tí mugu vit gera meira fyri at ansa eftir og tryggja okkara kritiska undirstøðukervi. Tað merkir eisini, at vit mugu minka um vágan fyri møguligum hóttanum útifrá.

Sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum, kenni meg noyddan at vísa á, at tað at hava ein stóran flota av russiskum fiskiskipum um okkara leiðir, sum vit ikki kunnu útiloka fæst við annað enn fiskiskap, økir um hendan váðan.

Tað er eitt neyðugt atlit at taka.

Bjarni K. Petersen