Nær hevur tú føðingardag ? Á altjóða kvinnudegnum
Hetta byrjaði eg at siga sum heilt ung. Veit ikki um eg ótilvitað longu tá helt, at tað var umráðandi at seta fokus á kvinnurættindi
Fyri mær er Kvinnudagurin ein dagur har vit líta aftureftir og virðismeta tað stóra arbeiðið, sum kvinnur undan okkum hava gjørt. Umráðandi, at vit ikki gloyma, at tey rættindini vit hava í dag, ikki eru ein sjálvfylgja, men koma av, at kvinnur hava stríðst og strevast í longri tíð.
Hugsa tær til, um vit ikki sluppu á val ella fingu minnið løn fyri sama arbeiði, løgið at hugsa sær ha?
Samstundis eiga vit at seta okkum nýggj mál. Fleiri halda kanska , at ikki er neyðugt við einum kvinnudegi. Har eri eg ikki samd. Takk til tykkum øll , sum arbeiða fyri betri rættindini hjá kvinnum.
Eitt sum harmar meg er , tá ið tosa verdur um líkarættindi , at ofta fer kjaki inn á hvør skal vaska upp ella at konufólk bara kunnu fara út á trolaradekk. Tá haldi eg at kjakið er fari av sporinum. Hettar er ikki ein kapping millum kvinnur og menn . Men at øll skulu hava somu rættindi og møguleikar.
Onki kann vera betur enn eitt samfelag , har øll hava somu rættindi. Nógvir ymiskir «bólkar» í samfelagnum eru fyri órættum og tað eiga vit eisini at arbeiða fyri.
Men í dag er tað KVINNAN sum er í fokus
Her úr Norðsjónum verdur ynskt øllum ein góðan kvinnudag
Malena Sivertsen
Skipsførari