Makrelurin og svartkjafturin eru uppi
Føroyska makrelkvotan og svartkjaftakvotan eru uppi í ár.
Skipini kundu haraftrat fiska tað, sum leyp av hjá teimum í fjør, og tíggju prosent av tí, sum tey fáa næsta ár.
Í gjár vóru fiskað sløk 64.000 tons av makreli og góð 367.500 tons av svartkjafti, upplýsir Vørn.
24.000 tons av makreli eru fiskað í bretskum sjógvi og sløk 20.000 tons í altjóða sjógvi.
59.500 tons av svartkjafti eru fiskað í altjóða sjógvi.
Tað mesta, 296.000 tons, eru fiskað í føroyskum sjógvi.
29 tons eru fingin í norskum sjógvi.
Tað skrivaði Høgni Djurhuus á KVF.FO í gjár.