Makrelur komin í íslendskan sjógv

Íslendsku skipini hava annars fiskað makrel í Sildasmoguni, sum er 350 fjórðingar í landnyrðing úr Íslandi

Makrelur er komin í íslendskan sjógv úr føroyskum sjógvi.

Hetta kemur væl við hjá íslendsku skipunum, sum annars hava fiskað makrel í Sildasmoguni, sum er 350 fjórðingar í landnyrðing úr Íslandi.

14 skip fiska nú makrel í íslendskum sjógvi.

Tað verður hildið at gera íslendsku støðuna sterkari í strandalandasamráðingunum um makrel, at makrelur nú er í íslendskum sjógvi.

Makrelurin, sum fæst í íslendskum sjógvi, er góður. Hann er 500 gramm, og væl egnaður at frysta til matna.

Skipini, sum royna eftir makreli, fáa eisini sild. 

Tað skrivar kvf.fo