Mælir til, at løgtingið átalar Jacob Vestergaard

Fyrrverandi landsstýrismaðurin breyt fyrisitingarsið, tá kvotur vóru útlutaðar, sigur kanningarstjórin.

Jacob Vestergaard breyt góðan fyrisitingarsið, tá ið hann drálaði við at viðgera umsóknirnar um útluting av kvotu, tá ið hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Tað er niðurstøðan hjá Ken Nónklett, kanningarstjóra, sum fyri løtu síðani legði fram kanningina, sum hann hevur gjørt um embætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard, tá hann var landsstýrismaður.

Talan er um brot á grein 5 stk. 1 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna, sum ásetur at: Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.

Frágreiðingin er 200 blaðsíður.

Ken Nónklett mælir løgtinginum til at samtykkja, at Jacob Vestergaard fær eina átalu.

Hoyr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við Ken Nónklett, kanningarstjóra, um úrslitið av kanningini: Kanningarstjórin mælir til, at løgtingið átalar Jacob Vestergaard | Kringvarp Føroya (kvf.fo)