Maður umborð á Ostankino brúk hjálp

Í vikuni komu boð til MRCC frá russiska trolaranum Ostankino um at ein av manningini hevði brúk fyri at koma undir læknahond.

Trolarin varð tá staddur 500 fjórðingar ein landnyrðing úr Føroyum.

Ein norsk bjargingartyrla varð send avstað, og setti seg á ein oljuplattform nærhendis at bíða til trolarin nærkaðist.... LES ALLA GREININA HER Russiskur trolari bað um hjálp - Eysturoyarportalurin (eyp.fo)

Mynd: Troalrin Ostankino (Marine Traffic)