Luft og kærleika verður man ikki mettur av, pengar skulu eisini til
Sum forkvinna fyri heilsuhjálparar og hjálparfólk, fegnist eg um, at Búskaparráðið staðfestir, at eldraøkið má ráðfestast politisk, og sum formaðurin Fróði Magnussen eisini sigur, at starvsfólk á eldraøkinum mugu fáa meira virðing og tign. Sum hann eisini staðfestir, so er tað ein spurningur um útboð og eftirspurning, og lønin er tíanverri ikki samsvarandi eftirspurninginum, tað vísir stóra starvsfólkatrotið okkum.
Tá ein av «tungu dreingjunum» í samfelagnum, formaðurin í Búskaparrráðnum sigur í einari tíðindasending, at vit mugu flyta íløgukarmin frá undirstøðukervinum og flyta hann til eldraøkið, tá verður lurtað og vónandi raðfest rætt.
Vit hava vita tað í áratíggju: Vit gerast eldri, fáa fleiri sjúkur og av tí sama, krevja meira røkt eisini, samstundis sum at burðartalið er lækkandi. Hvaðani skulu starvsfólkini koma frá?
Longu í 2009 varð kanning gjørd, ið fortaldi okkum hetta, hvat tørvurin fór at verða í Nærverkinum, sum tað æt tá, men gakk, einki hendi.
Heilsuhjálparafelagið hevur áhaldandi lagt fram okkara hugsanir og ynskir.
Tí er tað sjálvsagt við gleði at samgongan nú lurtar eftir og m.a vil stytta arbeiðsvikuna.
Sjálvandi vildu vit ynskt at tað gekk nakað skjótari, tí vit eru veruligir eftirbátar í mun til okkara grannalond á hasum økinum.
Ein spurningarkanning varð gjørd herfyri, millum okkara ungu, ið vísir at tey ungu serliga vilja starvast innan heilsuverkið og í sosialum fyriskipanum. Hetta krevur ábyrgd av okkum sum samfelag, og mugu vit hjálpa teimum at fylkjast, um millum annað okkara gomlu.
Men tað skal eisini henda nakað nú.
Tað er bíðað ov leingi, og tí vilja vit sum felag arbeiða hart fyri nýbrotum í Føroyum.
Okkara mál er at okkara fak verður virt, við meira í løn, og eru vit sannførd um at so koma tey, ið eru rýmd úr fakinum, aftur til fakið, og eisini fáa møguleikan at koma upp á fulla tíð. Vit eru menniskju og liva ikki av luft og kærleika einans.
Pengar skulu til og her er lovaði lønarlyftið hjá samgonguni alneyðugt.
Vit hava víst á fleiri onnur uppskot og avbjóðingar á økinum og tað halda vit áfram við.
”Alneyðugt er longu nú at raðfesta ímillum almennu íløgurnar, tí vaksandi talið av eldri fólki er ein avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið. Neyðugt er at seta bygging av bústaðareindum í verk, sum effektivisera raksturin á eldraøkinum. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir samstundis, at politiska skipanin má raðfesta millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.” Várfrágreiðingin 2023
Og so vil eg bert til seinast enda við endurgeving frá Várfrágreiðingini, har eg loyvi mær at leggja aftrat: Politikarar og arbeiðsgevarar, vísið veruliga virðing fyri teimum, ið ansa okkara veiku, luft og kærleika verður man ikki mettur av, pengar skulu eisini til.
Mary Antonsdóttir
Forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya