Logos Hope fekk hugaliga vitjan í Aqaba

Føroyska sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá Jón Helmsdal, sum hevur verið skipari umborð á Logos Hope í 3 vikur.

-Vit liggja í Aqaba, sum er einasti havnabýur hjá Jordan við Reyða hav. Jordan hevur 24 kilometrar av strond fram við Reyða havi, og her liggur Aqaba. Her eru nakrir fiskibátar og frítíðarbátar, og so er havnin ein týðandi góðshavn, sigur Jón.

Tað skrivar Føroyska Sjómanssmissiónin á facebook.

-Logos Hope kom higar 25. januar og skal liggja her til 16. februar. Tað eru gott 300 fólk umborð úr gott 60 ymiskum londum, sigur hann.

-Skipið er opið fyri vitjandi, sum kunnu keypa bíligar bøkur í stóru bókasøluni umborð. Harafturat vitja toymi frá skipinum kirkjur og samkomur í landi, sum er tann vanliga mannagongdin, har skipið kemur, sigur hann.

-Ein dagin fekk skipið vitjan av sjómanstrúboðara frá “The mission to seafarers.” Hann búði í Jordan og var virkin í sjómansmissiónini, sum arbeiddi í Golfinum, Suðurasia og í Miðeystri. Skipið fekk eina heilsan í glasi við teirra logo á, sum tøkk fyri vitjanina. Tað var ein hugalig vitjan, sigur Jón.

-Trúboðarin kom ikki bara umborð við heilsanum, men hevði eisini ymisk telefonkort til sølu, sum fólk kundu keypa og ringja heim við. Tað kom væl við hjá fleiri, sigur Jón.

Jón og familjan eru nú ávegis heim. Eik Klæmintsdóttir úr Leirvík var eisini umborð, og hon skal verða umborð í nakrar mánaðir.

Guds signing ynskist yvir Logos Hope og týðandi arbeiðið skip og manning gera.

Myndir: OM Føroyar