Lodnukvotan er fiskað
Føroyingar hava longu fiskað alla lodnukvotuna, sum Føroyar fingu frá Íslandi í ár.
Lodnukvotan var 9.445 tons.
Finnur Fríði, Gøtunes, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum og Høgaberg fiskaðu lodnuna.
Sambært fiskiveiðusemjuni millum Føroyar og Ísland eiga Føroyar fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

