Ljóð-samrøða við Høgna Hansen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya

Hoyr ljóð-samrøðuna við Høgna Hansen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya. Júst í hesum mánaðinum eru tað 30 ár síðan Uppboðsølan á Toftum var sett á stovn.

 

- TRÝST Á PÍLIN OMANFYRI. 

Júst í hesum mánaðinum eru tað 30 ár síðan Uppboðsølan á Toftum var sett á stovn. Tað var tann tann 24.september 1992  at stovnandi aðalfundur var hildin í Ólavstovu í Runavík.

Teir formellu stovnarnir vóru Olaf Olsen, Jógvan Ingvard Olsen, Páll Gregersen og Ingvard Joensen. 

Nevndin gjørdist fyribilsnevnd og aftrat teimum varð Jógvan Páll Joensen valdur. Nevndin skipaði seg við Olaf Olsen sum formanni og Jógvan Ingvard Olsen sum næstformanni. 

Fyrsti stjóri var Ditlef Eldevig.

Søgan um Uppboðsøluna/Fiskamarknað Føroya er long. Óli Jacobsen gjørdi ein bókling tá Fiskamarknaðurin fylti 15 ár. Ein partur av tekstinum omanfyri er úr tí falararnum.