Ljóðsamrøða: Skattafrádrátturin til sjófólk eigur at verða tikin av.
Skattafrádrátturin til fólk, sum arbeiða uttanlands, eigur eisini at verða tikin av.
Tað sigur Niels Winther er stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag við KVF.
Hann sigur at fiskavirkisskipanin eigur eisini at verða tikin av.
Niels Winther leggur aftrat, at tað almenna eiga at strika allar serskipanir og lækka lønarskattin, heldur stjórin Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað eigur at vera lønarinntøkan, og ikki hvar tú arbeiðir, sum avger, hvat tú rindar í skatti. Og tað eigur heldur ikki at vera munur á arbeiðsloysisskipanum, siga arbeiðsgevararnir.
Hoyr Niels Winther, stjóra í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í útvarpstíðindunum: HER https://kvf.fo/greinar/2023/02/27/arbeidsgevarar-allar-serskipanir-eiga-verda-tiknar-av