Ljóðsamrøða: Hotellstjórin farin til sjós
Eg var so bitin av arbeiðinum, at eg gloymdi familjuna. Tí valdi eg at gevast, sigur Martin Restorff, fyrrverandi hotellstjóri, sum nú er farin til sjós at arbeiða.
Í fýra ár var Martin Restorff at kalla ímyndin av Hotel Hilton.
Tað skrivar kvf.fo, sum eisini eigur myndina. HOYR SAMRØÐUNA HER https://kvf.fo/gmf?sid=153184
- Eg arbeiddi altíð, og eg elskaði tað. Og av tí sama var eg so at siga ongantíð heima. Í tey fýra árini, eg var stjóri á Hilton, koyrdi eg børnini í skúla eina ferð. Og ongantíð kundi eg fara við teimum til ymiskt frítíðarvirksemi og ítróttakappingar.
Orðini eigur Martin Restorff, sum í fjør valdi at siga seg úr starvi sum stjóri á Hotel Hilton Garden Inn. Hann vil brúka meira tíð saman við konuni og børnunum og annars bara kunna taka sær av løttum.
Og so hevur hann fingið sær eitt avloysarastarv. Onkrar túrar hjá nótaskipinum Katrin Jóhonnu er hann við sum kokkur.
- Hetta er fantastiskt. Eg stórtrívist umborð, og mær dámar væl at gera mat til manningina, sigur Martin Restorff.
Í morgunsendingini fortelur Martin Restorff um starvsskiftið, um tey fýra árini hann stjórnaði nýggja hotellinum í Havn, og hvat tað var, sum fekk hann at gevast í hotellvinnuni.