Ljóð-samrøða við Jan Højgaard, formann í FF

Búskaparráðið er langt úti við síni tilráðing

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur einki um tað sum Búskaparráðið sigur í síni várfrágreiðing.

Hoyr ljóðsamrøðuna niðanfyri

Hetta er tað sama og tað sama, sum vit hava hoyrt í nógv ár, sigur Jan Højgaard.

M.a siga tey í Búskaparráðnum soleiðis:

Tað darvar búskaparligu menningini í Føroyum, at almennar skipanir stuðla framhaldandi rakstri í vinnum, sum geva ivasamt ískoyti til búskapin. Føroyar hava fleiri sløg av slíkum stuðulsskipanum. Ein er fiskavirkisskipanin, ein onnur er minstalønin til fiskimenn.

Hoyr ljóðsamrøðuna við formannin niðanfyri