VIDEO: Livar skal rógva 3.700 kilometrar í náðileysum umstøðum

Havrógvarin Livar Nysted fer saman við manning, at rógva útnyrðingsleiðina millum Atlantshavið og Kyrrahavið fram við strondunum í Kanada og Alaska

Um góðan hálvan annan mánað, fer havrógvarin Livar Nysted saman við manning, at rógva útnyrðingsleiðina millum Atlantshavið og Kyrrahavið fram við strondunum í Kanada og Alaska.

Hendan leiðin er ikki rógvin áður, og tí eru óvissan og spenningurin stór undan drúgvu ferðini.

Miðað verður eftir at fara at rógva útnyrðingsleiðina um mánaðarskiftið juli-august.

HYGG HER Rógva 3.700 kilometrar í náðileysum umstøðum | Kringvarp Føroya (kvf.fo)