Lítlibátur undir Hálsinum
Lítlibátur við lendingina undir Hálsinum í Mikladali, sum varð gjørd á sumri 1949. Tær longu trappurnar úr fjøruni og niðan undir neystini við bátadrátti í miðjuni komu longu í 1931, og tann fyrsti rennistrongurin umleið í 1946.
Tað hevur verið eitt knoss og stríð hjá bygdarmonnunum at fáa gjørt hesi stórarbeiði, men lendingin verður so at siga ikki brúkt longur, og trappurnar verða bara brúktar av ferðafólki, sum vilja heilsa upp á kópakonuna.
Jóhan Purkhús tók myndina umborð á postbátinum onkuntíð í 1950 árunum.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.