Lítlibátur leggur at borði

Sildberin

Teir eru lidir í Mikladali, og Meinhard Joensen (hjá Skós) og Jákup Mourits Olsen eru við at leggja at postbátinum, sum er Sildberin henda dagin. Umborð á postbátinum stendur Helgi Jacobsen (úr Svínoy) klárur at taka ímóti teimum.

Á øðrum myndum, sum eru tiknar henda sama dagin, havi eg bara sæð Jákup Magnussen prest, sum skuldi upp á land í Mikladali. Hetta var fyrstu ferð, at hann vitjaði í Mikladali sum prestur, men eg fái meg illa at trúgva, at hann eigur alt viðførið, sum stendur á lendingini. Oddbjørn Vágslíð tók myndina.