Lítil gulllaksaveiða higartil í vertíðini

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Teir fara útaftur, tá veðrið batnar.

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa í løtuni, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.

- Upsafiskiskapurin er smáligur, men partrolararnir fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at eitt par fiskar gulllaks. 

Vit kunnu leggja aftrat, at pørini annars eru tvey, men hjá øðrum parinum hevur annað skipið havt maskintrupulleikar.

Nýggi Eysturbúgvin er eisini á gulllaksaveiði, men teir trola einsamallir.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði í bretskum sjógvi, og ein er í føroyskum sjógvi.

- So eru tveir trolarar, sum fiska svartkalva og frysta fiskin umborð. Ein liggur við bryggju.

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Væntandi fara teir útaftur, tá veðrið batnar.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

- Á svartkalvaveiði er fiskiskapurin smáligur, men teir hava brúkiligan fiskiskap á havtaskuveiðu.

Lagt verður aftrat, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku

Tað skrivar Vilmund Jacobsen á in.fo