Lítið hevur verið gjørt við at granska flatfisk í Føroyum
Havstovan hevur í løtuni eina verkætlan, ið kannar útbreiðsluna, lívfrøðina og fiskiskapin eftir reysðprøku og tungu undir Føroyum. Í hesum sambandi var fyrsti málsetingurin at samantvinna núverandi vitan um hesi fiskasløgini í eitt faktablað. Hesi kunnu lesast her um tungu og her um reyðsprøku.
Verkætlanin, sum er stuðlað av Fiskivinnugransking og Felagnum trolbátar, hevur til endamáls at økja um vitanina um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av reyðsprøku og tungu undir Føroyum við tí fyri eyga at gera eina stovnsmeting av nevndu fiskasløgunum.
Lítið hevur verið gjørt við at granska flatfisk í Føroyum, her í millum reyðsprøku og tungu, men til eina skilagóða stýring av fiskiskapinum av reyðsprøku og tungu er neyðugt við meiri og dagførdari vitan um útbreiðslu og lívfrøðina, t.e. vøkstur, búning, ferðing og føði hjá fiskunum, hvussu fiskiskapurin ávirkar stovnin, og staðfesta, um hetta er ein føroyskur stovnur burturav ella ikki. Tískil verður savnað inn nýtt datatilfar komandi árini á yvirlitstúrunum, sum Havstovan ger árliga, eins og av landingum av tungu og reyðsprøku. Komandi árið verður áherðsla løgd á at kanna kynsbúningina og møguligt gýtingarøki.
Tað skrivar hav.fo