Lítið av yngli í summar

Tað er eitt greitt jaligt samband millum nøgd av gróðri og tilgongd til toskastovnin

Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn miðal fyri alt tíðarkeiðið. Tað vísti yngul- og ætikanningin við Jákup Sverra í juni 2025.

Miðalhitin í sjónum á Landgrunninum lá millum 9,6 og 9,9 °C. Hetta er heitari enn seinastu árini. Eftir at saltinnihaldið í eitt tíðarskeið hevur verið rættiliga lágt, er tað nú hækkað aftur. Sveiggini tykjast at hava samband við skiftandi styrki á Subpolara Meldrinum í Irmingerhavinum, sum ger, at summi tíðarskeið fáa vit meira av feskari sjógvi vestanífrá og onnur tíðarskeið meira av saltari sjógvi úr útsynningi.

Øll greinin kann lesast HER Lítið av yngli í summar - Havstovan