Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin.
Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av fiski og øðrum livandi verum.
Tað var lítið at fáa av gulllaksi í mun til onnur ár. Eisini var lítið at fáa av stóra kongafiski, stinglaksi, blálongu og brosmu. Hinvegin var nógv at fáa av glíggjhávi og skrubbhávi.
Magakanningar vístu, at svartkalvi og blálonga ótu svartkjaft.
Túrfrágreiðing sæst her.