Línuskipini fingu 176 fiskidagar og brúktu 168 dagar

Fiskaðu fyri 59 milliónir á Føroyabanka í fjør

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at skipanin um Bankan verður endurskoðað.

Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður, spurdi núverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fiskiskapin á Føroyabanka.

Dennis svaraði:

 

2.234 tons vóru fiskað á Føroyabanka í fjør.

32 útróðrarbátar og línuskip royndu á bankanum í fjør.

Veiðivirðið var 59 mió. kr.

Hetta eru upplýsingar í svari frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, til Árna Skaale, løgtingmann.

Línuskip og stórir útróðrarbátar fingu egnar fiskidagar, átta dagar hvør. Smáir útróðrarbátar fingu 30 felagsdagar. 

LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2023/01/31/fiskadu-fyri-59-millionir-foroyabanka-i-fjor