Línufiskað hýsa uttan MSC-góðkenning fær betri prís enn MSC-góðkenda hýsan
25. apríl misti føroysk hýsa, sum er fiskað við línu, sína MSC-góðkenning, tí hjáveiðan av longu í línufiskiskapinum gekk ímóti ICES-tilmælinum. Men tað hevur ikki havt við sær, at hýsan hjá línubátunum er dragnað í avreiðingarprísi. Tvørturímóti hevur hýsan uttan MSC-góðkenning havt munin á MSC-góðkendu hýsuni hjá snellubátunum. Tað vísa tøl hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur frá keyparunum, at línufiskaða hýsan er feitari og betri enn hýsan hjá snellubátunum, sum er heldur bleyt. Næstan øll hýsan, sum fer um Fiskamarknaðin, verður seld heil av landinum, og keypararnir spyrja ikki eftir MSC-góðkenning, sigur stjórin.
Her ber til at lurta eftir innslagnum í kvf: Línufiskað hýsa uttan MSC-góðkenning fær betri prís enn MSC-góðkenda hýsan | Kringvarp Føroya
Tað skrivar Ingolf Sólheim Olsen á kvf.fo

