Linda Evenstad Emilsen einsamøll um Atlantarhavið

Føtur mínir vóru ógvuliga tungir. Tað var, sum hevði eg betongklossar á føtrunum. Tað mól ikki fyri mær

Norska kvinnan, 35 ára gamla, Linda Evenstad Emilsen, er onnur kvinnan úr Noregi, sum einsamøll hevur róð teinin um Atantarhavið.

Ferðin hjá henni um hav í átta metrar langa árabátinum tók 113 samdøgur.

Á myndini ovast veittrar hon við norska flagginum, eftir at hon er komin til karibisku oynna, Antigua, sum eisini var málið hjá henni.

- Føtur mínir vóru ógvuliga tungir. Tað var, sum hevði eg betongklossar á føtrunum. Tað mól ikki fyri mær, men eg var ikki í javnvág, tá eg kom til lands.

Tað skrivar in.fo 

LES ALT HER https://in.fo/news-detail/35-ara-gomul-rodi-einsamoell-um-atlantarhavid

Soleiðis lýsir Linda Evenstad Emilsen løtuna, tá hon setti føtur sínar á land eftir 113 dagar á havinum.

Norska kvinnan hevur verið við í kappingini "Talisker Whisky Atlantic Challenge", har luttakararnir skulu rógva úr sponsku oynni La Gomera til oynna, Antigua, í Karibia. Hetta er ein teinur á næstan 4700 kilometrar.