LESARABRÆV: Eru summarhús neyðug hjá fakfelag at eiga?
Hvat kunnu fakfeløg í Føroyum gera fyri sínar limir í hesum undantaksstøðutíðum?
Hugsi at limagjaldsupphæddin er ein rímuliga stórur postur hjá teimum, sum hava trupult at svara hvørjum sítt nú á døgum. Hetta kundi verið eitt hent ískoyti sum skjótt vildi bøtt um støðuna hjá liminum.
Hvat fara hesi ymisku limagjøldini til í verandi løtu, og hvat er neyðugt hjá einum fakfela at binda limir sína til?
Eru summarhús neyðug hjá felag at eiga?
Eg veit, at tað ljóðar gott, og at nógv fáa nyttu av ymisku summarhúsinum hjá feløgum runt landið. Men fæst ikki ein góður prísum fyri limir felagsins við at bjóða hesa tænastu út millum nógvu summarhúseigarnar í Føroyum, so sleppast kann frá limum felagsins at gjalda høga limagjaldið. Og heldur lata limin, sum brúkar summarhúsið, fáa ein góðan leiguprís við hjálp frá fakfelagnum.
Tað er komið fyri míni oyru, at fakfelag ella feløg í Føroyum eiga íbúðir uttanlands. Er tað rímuligt?
Hugsi ikki her um møguligan vinning hjá fagfelagði í komandi tíðum av hesi íløgu, men heldur um limin og umstøður hansara í verandi støðu.
Bogi í Gil