Lesarabræv: Á vandakós
Flest øll sum eru innvald eru fólk sum ikki kenna til annað enn tann almenna sektorin. Vælsignaði royni at lurta eftir teimum, sum hava valt tykkum. Minst til at tit eru fólksins tænara og skulu tæna okkum øllum sum búgva í hesum landinum og ikki umvent.
Boðini vóru, at óvist var um skipið slapp avstað aftur, so allir mans umborð vóru bidnir um at senda umsókn um stuðul frá ALS. Als sum júst var sett á stovn. Manningin fekk at vita, at kravið fyri at fáa stuðul var, at tað skuldi ganga 90 dagar frá heimkomu.
Føroyar var fari á heysin yvir nátt, og so at siga alt arbeiði á landi steðgaði upp. Tey samfelagshjól sum høvdu mælt við fullari ferð gjøgnum 80ini upp í 90ini vóru steðga. Fólkatalið fall til undir 40 túsund fólk, og stórt arbeiðsloysi var um hettar mundi.
Kring landið tóku menn og kvinnur seg saman og fingu keypt skipini aftur. Feløg blivu stovnað og skrava var í hvørjum kistukassa fyri at samla pening saman til átøkini.
Nógv arbeiðsloysi var, og tað var ikki meir enn at ALS helt stand við gjalda út. Inngjaldið bleiv hækka av somu grund. Nógv fólk mistu sínar uppsparingar og eftirlønir, og tað rýmdu fólk í hópatali av landinum fyri at bjarga sær sjálvum.
Fleiri sum misti sína pensión og innistandandi uppsparing, eru tey somu, sum eru pensjónistar í dag og hava bygt hettar landi upp aftur frá skrædlinum í 90unum. Royni at hava størri virðing fyri teimum, sum brettu upp um ermar tá og kempaðu seg ígjøgnum hettar tíðarskeið.
Tað stóð á hjá fleiri fyritøkum gjøgnum 90ini, til alt held kom fiskurin aftur miðskeiðis í 90unum, og skip og manningar byrjaðu at forvinna meira og meiri kom í landskassan. Vit kenna øll teir svøku gøtumenninar, sum veðsettu hús og heim fyri Trónda í Gøtu. Flestu kallaðu teir svakar í høvdinum. Hesir menn kempaðu við blóð og sveitta fyri at yvirliva og í endanum av 90unum gekk betri og pelagiska vinnan fór at blomstra. Krúnborg og Christian í Grótinum endurnýggjaðu eisini síni skip.
Gjøgnum 90ini kom ikki nógv í landskassan, men stór parturin, sum kom í kassan var helst frá Barentshavs trolarunum, sum eisini lógu í tungum sjógvi upp gjøgnum 90ini.
Rækjutrolararnir gjørdi tað eisini gott gjøgnum 90ini fyri ikki at gloyma teir. Tíverri fekk tann vinnan eitt skot fyri bógvin fyrst í 2000 tá ið rækjuprísir fullu og fleiri fóru av knóranum.
Hesumegin 2000 er tað gingið gott hjá flestu í vinnuni. Serliga í tí Pelagiska og í alivinnuni. Tað komu fleiri ávaringar um at taka vinnuna inn í fíggjarlógina men tað bleiv ikki lurta.
Vinnan hevur tillagað seg eftir teimum broytingum sum hava verið og takka veri røskum vinnulívsmonnum hava vit tað vælferðarsamfelag vit í dag hava. Hesar stóru vinnulívs fyritøkur fáa javnan umbøn frá øðrum um at hjálpa øðrum, og tað er eisini ein sera stórur partur av vælferðarsamfelagnum, sum flestu ikki hugsa um. Tvørturímóti spiltir út í miðlunum um at teir stóru keypa alt upp.
Vit í Norðoyggjum kunnu takka teimum stóru fyritøkum og øðrum, fyri at Klaksvíkin og Norðoyggjar hava tað vinnulív, sum er her í dag. Hesar fyritøkur hava skapt ótrúliga nógv arbeiðspláss. Stóru fyritøkurnar kring landi hava skapt arbeiðspláss fyri fleiri túsund fólk.
FAS hevur skapt arbeiðspláss í hópatali. Tað eru sera nógvir veitara kring landið knýttir at hesum fyritøkum, sum aftur skapa meiri arbeiðspláss.
Í 2014 kom nýggj stjórn til, og uppundir valið tá stóðu valevni og róptu um nýggja lóg um sjófeingi, tilfengisbúð, gularøtur, uppboðsølu og buffara. Onkur segði ( AT SJÁLVT KASSADÁMAN Í FK SKULDI KUNNA KEYPA SÆR RÆTT AT FISKA ) onkur annar rópti: “Fiskur er fólksins ogn”.
Rætturin til fiskin kunnu vit takka teimum, sum hava sett hús og heim í veg og kempa fyri nøkrum, sum flest øll ikki vildu hava nakað sum helst við at gera. Fólksins ogn er bert eitt VAL AGN fyri at skapa øsing millum fólk. Landið umsitur sjófeingi og arbeiðir fyri at skapa reglugerðir fyri hvør hevur rætt til at fiska og ikki. Nei tú eigur ongan fisk tað er bara fakta, men fiskurin skapar vælferð í samfelagnum um gongdin er góð í fiskiskapinum.
Eg trúgvi uppá einar sjálvstøðugar Føroyar, og hopi og vóni at uppliva dagin har vit loysa frá Danmark. Eg eri limur í Tjóveldinum og stillaði eisini upp til síðsta val. Var nakað seinur, so mínar meiningar komu ikki fram í ljósið. Ella kanska skuldi tær ikki fram í ljósið. Kanska man fær høvi aftur, ella blívi eg kanska blakaður út sum limur í Tjóðveldinum fyri hettar skriv.
Eg havi saman við øðrum siglt gjøgnum 90ini, 00ini fram til dagin í dag. Eg havi kempa fyri at familjan skal hava tak yvir høvdið og mat á borðinum, sama sum øll onnur sum spýttu í lógvarnar og brettu upp ermar í 90unum. Hesar risa fyritøkur vit hava í dag, høvdu ikki verði til uttan okkum.
Dekkara, kokkar, maskinfólk, stýrimenn og skipara, reingerðarfólk, elektrikarar, smiðjufólk, bakarar, frisørar, kassadámur og fleiri, tað eru vit sum hava bygt hettar landi uppaftur.
At hoyra politikara nú standa fram alment og siga, at tey ætla at avtaka sjómanna frádráttin, at avtaka serskatta skipanir, at hækka pensjónsaldurin.
Ja, eg sigi bara fyri meg, at eg havi arbeitt yvir 100 tímar um vikuna í 33 ár, verið við at kempa hettar landi upp aftur, tí er tað sera dapurt at hoyra slíkt. Vit sjómenn eru so at siga í knúsi eftir eitt heilt lív á havinum. Bara at tora at stilla seg fram við slíkum úttalilsum er púrasta burturvið.
Vaskifólk, móttøkufólk og onnur láglønt hava tár í eygunum tá lønarseðilin kemur orsaka av høga skattinum og øðrum gjøldum. Hvar eru vallyftini. At melda út at Føroyar letur 10 milliónir komandi ár til Ukraina, og at tað tók 12 tímar at avgreiða, at lata 7 milliónir kr. til Ukraina í ár, má smakka sera illa hjá familjum, sum hava tað trongt í Føroyum.
At leggja eftir FAS og øðrum serskipanum er eisini frammi. Skapar FAS ikki eina rúgvu av arbeiðsplássum og veitarum?
Fyri tey feløg sum hava skip í FAS fer tað bert at taka 12 tímar eftir at verða skrásett í Panama, Malta ella okkurt annað Mickey Mouse flagg. Tá kemur ikki ein kr. í landskassan harfrá.
Eggja heldur FAS skipanini at blíva betri so enn fleiri skip verða skrásett og skapa meira arbeiði so enn meiri kemur í landskassan.
Enn betri serskipanir til útiarbeiðandi fólk. Tey taka reiðan skattaðan pening til Føroyar, sum fyrr ella seinni endar í samfelagkervinum.
Fyri at nevna pensjónsaldurin so hví ikki loyva teimum sum eru arbeiðsfør at arbeiða og gjalda vanligan skatt av tí ímeðan tey fáa pensión. Hví skal tað mótroknast. Ein sum er blivin 67 hevur eina stóra vitan og kann gott arbeiða nøkur ár meiri um heilsan vil tað, so kemur meir í landskassan.
Haldi at fyri sjófólk burdi pensiónsaldurin verði lækkaður niður á 65 ár. Sjómenn sum hava siglt alt lívi, hava 3 ferðir meiri arbeiðstímar enn fólk sum arbeiða á landi, teir eru sum nevnt í knúsi tá í teir koma til pensiónsaldur.
Ávisir politikara vil so gjarna kvetta samstarvi við russar um Barentshavið. Hettar kemur at fáa negativar ringvirkningar gjøgnum alt samfelagið.
At Føroyar skal taka síðu í krígnum millum Russar og Ukraina er burturvið. Tað viðkemur ikki okkum, og tað er einki vit kunnu gera, fyri at broyta nakað sum helst har.
Tiltøk sum tit hava sett í verk eru heilt burturvið, og skaðin kann longu verða hendur. Her skuldi komi ein almenn umbering til Russar og Føroya fólk frá politisku skipanini við vón um at samstarvið kann halda fram. Føroyar skal ikki taka síðu í hesum krígnum. Heldur melda út, at vit ikki taka síðu, og bæði russar og USA eru vælkomin her, so leingi teir virða at halda Føroyar uttanfyri stríðið í Ukraina og øðrum kríggi.
Tað verður katastrofalt í Føroyum um samstarvi við russar dettur niðurfyri.
Vælsignaðu setið tykkum niður og hugsa um hvat tit eru ígongd við at gera og avleiðingarnar. Eitt er vist og sikkurt at verður útjaðarin illa raktur so verður miðstaðarøkið eisini rakt hart.
Búskaparfrøðingar og bankar siga at tað stendur væl til og einki at verða bangin fyri. Ja tað hoyrdu vit eisini 01 okt. 1992. Eg gevi ikki 5 fløt oyru fyri tær útmeldingar.
Tað verður rópt um fríða demokratii í Føroyum. Newsflash tað er einki frítt demokrati bæði flokkar og tingfólk eru positións stýrd av flokksformonnunum/ Flokksforkvinnuni.
Fríða Demokrati hevði verði at endurskoða vallógina, og helst at eingin kundi sloppið at sitið meiri enn 8 ár. Helst skuldu vit vent aftur til 7 Val dømir.
Flest øll sum eru innvald eru fólk sum ikki kenna til annað enn tann almenna sektorin. Vælsignaði royni at lurta eftir teimum, sum hava valt tykkum. Minst til at tit eru fólksins tænara og skulu tæna okkum øllum sum búgva í hesum landinum og ikki umvent.
Eg ivist alvorliga í um støðan ikki er nógv verri enn man veit, síðani at nú skal man knokkroyta hvønn pensjonist og hvørja fyritøku fyri at skrava kistubotnin. Haldi at hettar luktar langan veg.
Góðu politikara takið eina løtu og hugsið um hettar. Hugsa um 06 oktobur 1992. Og tit sum ikki kendu sviðan av hesum, prøvi at hugsa um at tað eru nokk, fleiri av teimum veljarunum sum kendu sviðan ígjøgnum 90ini sum hava valt tykkum í góðari trúgv uppá tey gyltu vallyftini.
Hugsi um at tað eru borgara í Føroyum sum ikki klára at fáa endarnar at røkka saman, og tað kemur meir enn so fyri, at man hoyrir um at summi ikki hava mat á borðinum. Hugsi um tey nú tit halda um búkin eftir eina góða máltíð í løgtinginum.
Tað fyrsta sum er at gera er at finna hvar skútan lekur. Tað vita flestu longu nú at tað er í tí almenna at stóra holi er. Tetta holið í almenna forbrúkinum so skal Føroyar nokk halda seg flótandi.
Kemur stóra holið á skútuna av einum mistum Russlands samstarvi so vita vit hvat hendir. Rottirnar ríma av eini søkkandi skútu.
Vit kunnu ikki verða bekent ímóti tí unga ættarliðnum at leggja so stórar byrðar á teirra herðar sum var lagt á okkum gjøgnum 90ini.
Royni at tæna fólki í hesum landi gott og havi størri virðing fyri teimum eldru, sum hava slitið seg upp fyri hetta vælferðar samfelag vit í dag hava.
Góðan arbeiðshug
Christian Mathisen