Lesarabræv

Jákup Johansen á Lag skrivar

 

Havlívfrøðisliga royndarstøðin í Nesvík skal ikki seljast

 

Havlívfrøðiliga royndarstøðin í Nesvík, royndarstøðin við Áir og at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit og skeljaaling.

Føroya Løgting heitir á Føroya Landsstýri við einmæltu samtyktini 128/2017: uppskot til samtyktar um, at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling.

”Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.”

Tíverri rakk serfrøðingarbólkurin ikki sínum setningi, men kom við einum frámæli, sum heldur kundi itið ”Hvussu Føroyar ikki skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling” – spell.

Stigini Landsstýrið tí hevur tikið, eru millum onnur hesi:

1. At avtaka  stovnin av føroysku ælabogasílunum – sum við nærlagni, síðan 1960-unum varð mentur til hin fremsta í heiminum.

2. At lýsa Havlívfrøðisligu royndarstøðina í Nesvík til sølu. Støðin, sum hevði verið sjálvt grundarlagið fyri framkomnari aling av tí, sum í sjónum býr, skeljar, æti og fiski.

3. Á royndarstøðini við Áir eru allar royndir við havbitið steðgaðar, eisini royndirnar við ”vátum” fiski, nú verður denturin lagdur á ”turrgransking” og at telja lýs. Av nýggjum virksemi kann nevnast, útleigaravirksemi, at leiga stóran part av granskingar hentleikunum út til framleiðslu hjá vinnufyritøkum.

Eg mæli tí frá, at Havlívfrøðisliga royndarstøðin í Nesvík verður seld, men at virksemi, sum hon var ætla til, verður tikið uppaftur. Ein slík støð hevði kostað fleiri 10-tals kanska so mikið sum 100 mill. At bygt í dag – sama er at siga um royndarstøðina við Áir.

Neyvan var hetta tað, Føroya Løgting væntaði sær, tá tað einmælt samtykti ”um, at Føroyar skulu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling.”

Jákup Johansen á Lag