Lerkur sjósettur í dag
Tað er Framherji í Fuglafirði sum letur Lerk byggja.
Talan verður um ein trolara til heimaflotan, sum bæði kann frysta veiðuna umborð og køla hana við ísi, umframt at skipið kann fiska sjálvt ella partrola við millum annað Sjúrða Tollaksyni, sum Varðin letur byggja á somu skipasmiðju í løtuni.
Nýggi trolarin hjá Framherja verður 44,10 metrar langur, og 11. 5 metrar breiður. Eins og Sjúrður Tollaksson hjá Varðanum. Trolarin hjá Framherja fær tó somu litir, sum Framherji brúkar til stóru skipini, meðan Sjúrður Tollaksson fær somu litirnir, sum Varðin brúkar til síni skip.
Tað skrivar Kiran Jóanesarson á fiskur.fo

