Leitaðu eftir báti og veittu útlendskari kvinnu hjálp
Í gjár var leitað eftir einum báti vestan fyri Føroyar.
Millum annað tyrla var við í leitingini. Og hon fann skjótt bátin í øllum góðum.
Ein maður var við bátinum.
Farið var at leita, tí samband fekst ikki við bátin.
Vága bjargingarfelag boðaði frá, at báturin var saknaður.
Kvinna bað um hjálp
Seinnapartin í gjár bað ein útlendsk kvinna um hjálp, tí hon hevði gingið seg fasta í haganum oman fyri Trongisvág.
Hon var á Skornasakletti.
Við vegleiðingum í telefonini frá millum annað vaktleiðaranum á politistøðini kom kvinnan í øllum góðum oman á slætt.
Tað skrivaði kvf.fo í gjár.