Leiðbeining til sjófólk um Corona-smittu

Tórshavn, 17. mars 2020

Leiðbeining til sjófólk um Corona-smittu

 

Tá um Corona-smittu ræður eru sjófólk í serstøðu, tí tey starvast saman leingi í senn á avmarkaðum plássi.

 

Á teimum stóru førunum t.d. fraktskipum ber til at skipa seg við frástøðu bæði á brúnni, í maskinuni og í messuni, men á einum lítlum fiskiskipi, har lutfalsliga nógvir menn arbeiða har trongt er, kann hetta vera trupult.

 

Tað, sum er til ráða at taka fyri at minka um sannlíkindini fyri smittu, er grundleggjandi tað sama sum í landi. Vit skulu hava gott handreinføri og tað merkir, at vit skulu vaska okkum um hendurnar við sápu og um møguligt eisini við spritti. Um tað ber til, skulu vit ikki sita tætt saman og har, sum lutir eru, sum menn nerta við eftir vaktarskifti er rímiligt at desinfisera teir við spritti. Annar møguleiki er eisni at vera í einnýtishanskum.

 

Annar trupulleiki er, at tá menn fara nýggjan túr, skulu  teir vera  saman frá fáum døgum og upp í fleiri vikur. Onkur teirra hevur kansk verið í samband við ein smittaðan persón, meðan teir vóru í landi. Tá má eftir galdandi reglum landslæknin taka støðu til, um viðkomandi skal í karantenu. Skal hann ikki í karantenu, er meginreglan tann, at hann kann mynstra.

 

Um onkur gerst sjúkur á túrinum og hevur sjúkueyðkenni uppá krím, so eigur viðkomandi í tann mun tað ber til at vera avbyrgdur, t.v.s.  halda seg í sínari kahútt og fáa matin bornan. Hetta fyri at ikki fleiri gerast sjúk í senn, meðan skipið er til havs.

 

Pál Weihe

yvirlækni