Lastin er full, og hon tekur 570 kassar
Góður fiskiskapur, góðir prísir, men keðiligt veður.
-Vit hava verið úti í átta dagar. Lastin er full, og hon tekur 570 kassar. Vanliga hava vit knapt 50 kilo í kassunum, so tað skuldi givið umleið 28 tons, sigur Tummas.
Í morgun komu trolbátarnir Sigatindur og Fiskaklettur á Toftir at landa. Báðir høvdu fulla last, so tað vóru vælnøgdar manningar.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á bátarnar, og fekk eitt prát við skiparan á Fiskakletti, Tummas Thomasen. Hann segði millum annað:
-Vit hava verið úti í átta dagar. Lastin er full, og hon tekur 570 kassar. Vanliga hava vit knapt 50 kilo í kassunum, so tað skuldi givið umleið 28 tons. Tað er ein góður túrur.
-Vit hava roynt á landleiðini, sum eru ávísar leiðir inn á seks fjórðingar úr landið, har vit kunnu royna nakrar mánaðir um summarið. Um veiðuna kann eg siga, at ein triðing er toskur og restin er ein blandingur av tungu, reyðsprøku, havtasku og øðrum, sigur hann.
Uppá fyrispurning um hvussu landleiðin hevur roynst í summar, sigur Tummas.
-Fiskiskapurin hevur verið góður og so hava fiskaprísirnir eisini verið góðir; og tað er deiligt. Harafturímóti hevur veðrið verið keðiligt. Eg hugsi ikki tað er nakar túrur, har vit ikki hava havt sjaskveður einaferð og upp til fleiri ferðir, og so hava vit hásummar.
-Vit hava ikki bara roynt á landleiðini í summar, tí vit hava verið tveir túrar uttanfyri. Tað vóru eisini góðir túrar, sigur hann.
-Tað er nógv minni roynd á landleiðini nú, enn fyri árum síðani. Í summar hava bara fýra bátar trola á landleiðini. Tá tað vóru flest, vóru tað útvið 50 bátar, sigur Tummas.
Fýra mans eru við Fiskakletti og teir fara aftur á landleiðina at royna.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkunum annars Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook -vanga sínum- MJ myndir eigur myndirnar