Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Langtíðarsemju millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna.

Boðið verður við hesum til tíðindafund um langtíðarsemju millum samgonguflokkarnar – Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn - og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna.

Tíðindafundurin verður í Eysturstovu í Tinganesi í dag, 26. mars 2024, kl. 13:00.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, umboð fyri Sambandsflokkin og fyri samgonguflokkarnar leggja fram, og semjan verður undirskrivað.